Russiska njósningin í Noregi er økt

Ein drona yvir Flesland flogvøllin í nátt elvdi til at loftrúmið yvir Bergen varð stongt í nakrar tímar í morgun

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-10-19 16:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Noreg er í hesum døgum eitt størri mál fyri russiskum njósningarvirksemi, enn landið hevur verið.

Tað boðaði norska fregnartænastan, PST, frá á tíðindafundi í Oslo í dag.

- Eftir okkara meting, hevur Russland meira at vinna og minni at tapa við at njósnast í Noregi nú, sammmett við støðuna áðrenn kríggið. Tað er heilt einfalt tí, at Russland er í eini trýstari støðu orsaka av handilstiltøkunum, sum vesturheimurin hevur sett í verk, segði Hedvig Moe, varastjóri í PST, á tíðindafundinum.

- Vit halda eisini, at vandin fyri yvirgangi er meira ítøkiligur nú, vísti hon á.

Samstundis segði hon eisini, at russiska njósningin í Noregi hevur verið ein dagligur veruleiki í fleiri ár.

- Svalbarð og norðurøkini hava altíð havt týdning fyri Russland, men vit meta, at hesi øki nú eru enn meira týdningarmikil, nú spenningurin er øktur, sigur hon, sambært NRK.

Hetta hendir nú fleiri eygleiðingar hava verið við dronum og ólógligari myndatøku í Noregi – nakað, ið hevur havt við sær, at tilsamans sjey russarar eru handtiknir.

Hedvig Moe greiddi á tíðindafundinum frá, at PST nú hevur fingið ábyrgdina av at kanna hesar hendingar nærri, og trygdartænastan hevur sett sær fyri at finna útav, hvat endamálið er fyri hesum dronuflúgvingum.

- Hetta kann brúkast til njósning og til at skapa ótta og ótryggleika um møguleikarnar hjá Noregi at veita gass til Evropa. Tað er av týdningi at siga, at vit ikki kunnu siga nakað við vissu um, hvør stendur fyri hesum hendingum, og hvat endamálið er, segði PST-stjórin.

Higartil hevur tað serliga verið olju- og gassvirksemið í Noregi, sum hevur verið hildið at vera mál fyri møguligum yvirgangi. Men Hedvig Moe leggur nú dent á, at yvirgangsvandin eisini er galdandi fyri alt tað sokallaða kritiska infrakervið.

- Allir persónar við vitan, ið hevur virði fyri Russland, kunnu rokna við at gerast offur fyri russiskum fregnarvirksemi, segði hon.

Í nátt var minst ein drona sædd í Flesland floghavnini í Bergen. Tað fekk norsku løgregluna til at steingja loftrúmið kring floghavnina. Floghavnin í Bergen lat upp aftur fyrrapartin, skrivar dr.dk.

Noreg hevur fyrr sett í verk tiltøk móti russiskum statsborgarum, og eitt nú hava russar ikki loyvi at flúgva við dronum í Noregi.

Í dag varð ein russiskur ríkisborgari skuldsettur og varðhaldsfongslaður í tvær vikur fyri at hava flogið við dronu í Svalbarð. Hann varð handtikin í einum báti í Hammerfest.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder