Turkiska verjumálaráðið upplýsir, at tann fyrsti parturin av russisku rakettskipanini er komin til landið. Tilfarið til S-400 luftverjuskipanini er nú í høvuðsstaðin Ankara.
Talan er um skipan, ið Turkaland hevur keypt frá Russlandi, og sambært CNN slær hetta fast, at har hevur eitt samband ment seg ímillum forsetisráðharrarnar í londunum, Vladimir Putin og Recep Erdogan,
Í USA sær man hetta sum enn eitt afturstig í sambandinum ímillum USA og Turkaland. Londini eru sameind í NATO, men hava verið ósamd í spuringum um millum annað støðuna í Sýria. Av NATO-londunum hevur USA nógv størst her, meðan Turkaland hevur greitt næststørsta herin í NATO.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald