Uttanlands

Russiska stjórnin leggur frá sær

Medvedev gevur pláss fyri umfatandi broytingarætlanum hjá Putin

Medvedev og Putin fara av fundi í dag (Mynd: EPA)

Medvedev og Putin fara av fundi í dag (Mynd: EPA)

2020-01-15 15:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, og stjórn hansara hava lagt frá sær í dag. Tað skrivar russiska Tass-tíðindastovan.

Forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, hevur í dag hildið tíðindafund, har hann upplýsir, at Dmitrij Medvedev í staðin kemur inn sum limur í Trygdarráðnum.

Vladimir hevur, sambært russisku Interfax-tíðindastovuni, biðið fráfarandi stjórnina um at halda fram við sínum arbeiði, til nýggj stjórn er skipað.

Boðini koma stutt eftir, at Vladimir Putin hevur hildið sína árliga røðu fyri tjóðarginginum.

Her boðaði hann eitt nú frá ætlaðum broytingum í russisku grundlógini.

Dmitrij Medvedev hevur í russiskum sjónvarpi, saman við Vladimir Putin, greitt frá, at stjórnin tekur seg aftur fyri at geva rúmd fyri fráboðaðu ætlanunum hjá Vladimir Putin, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder