Uttanlands

Russiskar barnakonur fara til Argentina at eiga

Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at børnini verða fødd í Argentina við argentinskum ríkisborgaraskapi – Seinastu mánaðirnar eru fleiri enn 5.000 barnakonur komnar til Argentina úr Russlandi

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2023-02-12 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu mánaðirnar hava fleiri enn 5.000 russiskar barnakonur leitað sær til Argentina fyri at eiga.

Eitt nú hósdagin komu 33 russiskar barnakonur við sama flogfari. Tær vóru allar í síðstu vikunum av viðgongutíðini, siga argentinsku myndugleikarnir sambært BBC.

Hildið verður, at barnakonurnar gera hetta fyri at tryggja sær, at børn teirra verða fødd í Argentina, so tey kunnu fáa argentinskan ríkisborgaraskap.

Av teimum 33 kvinnunum, sum komu til argentinska høvuðsstaðin Buenos Aires hósdagin, vórðu tríggjar afturhildnar orsakað av trupulleikum við teirra skjølum. Tríggjar aðrar vórðu handtiknar dagin fyri.

Barnakonurnar høvdu sagt, at tær komu til Argentina sum vanlig ferðafólk, men hetta vísti seg ikki at vera rætt.

Sakførari hjá kvinnum sigur, at tær vórðu afturhildnar uttan at hava brotið nakra lóg, og var talan um ólógliga frælsistøku. Kvinnurnar eru síðani leyslatnar aftur.

Við argentinskum ríkisborgaraskapi og argentinskum passi, ber til at ferðast til 171 lond uttan visum. Við einum russiskum passi sleppur ein bert inn í 87 lond uttan visum. Tað er eisini lættari hjá foreldrum at argentinskum ríkisborgarum at fáa uppihaldsloyvi og ríkisborgaraskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder