Uttanlands

Russiskar stríðskvinnur byrja hungursverkfall

Tveir limir úr stríðsbólkinum Pussy Riot, sum sita ein stytri dóm í Moskva, sleppa ikki at samskifta í fongslinum, og tí eru tær farnar í hungursverkfall

Maria Aljokhina, limur í Pussy Riot, á veg inn í býarrættin í Moskva (Mynd: EPA)

Maria Aljokhina, limur í Pussy Riot, á veg inn í býarrættin í Moskva (Mynd: EPA)

2021-12-26 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir limir úr russiska stríðsbólkinum Pussy Riot hava byrjað eitt hungursverkfall í einum fongsli í Moskva, har tær sita ein tvær vikur langan dóm í løtuni.

Dómin hava tær fingið fyri at skipa fyri einum mótmælistiltaki til fyrimuns fyri russiska andstøðuleiðaran, Aleksej Navalnyj, sum hevur sitið í fongsulslegu í nærum eitt ár nú.

Orsøkin til hungursverkfallið er, at tær báðar, Maria Aljokhina og Ljusja Shtein krevja at verða koyrdar í sama kliva og sleppa at samskifta. Í fongslinum hava tær nevniliga fingið forboð ímóti at samskifta, og tað halda tær vera ólógligt, skriva russiskir miðlar sambært Ritzau.

Limir úr Pussy Riot eru seinastu árini handtikin fleiri ferðir av russisku løgregluni og hava fingið fleiri fongsulsrevsingar.

Maria Aljokhina var eisini ein av trimum kvinnuligum limum av bólkinum, sum í 2012 fingu fongsulsrevsing fyri at avbróta eina gudstænastu í størstu dómkirkjuni í Moskva í sambandi við einum mótmæli móti forsetanum, Vladimir Putin.

Tað var hetta, sum gørdi bólkin kendan í stórum parti av heiminum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder