Russiskar herdeildir eru komnar fram til útjaðaran av býnum Toretsk har eysturi í Ukraina.
Tað upplýsti ukrainski herurin í gjár – minni enn eina viku eftir, at týðandi býurin Vuhledar, ikki so langt haðani, fall.
- Støðan er ótrygg. Her eru bardagar so at siga við allar tilkomuvegir, sigur Anastasija Bobnikova, talskvinna hjá herinum við ukrainska statssjónvarpið, og upplýsir at russar eru komnir inn í býin eystaneftir.
Russland, sum nú hevur hersett ein knappan fimting av ukrainska økinum, hevur tikið seg fram móti Toretsk síðan august.
Hesa tíðina hava russar tikið eina bygd fyri og aðra eftir við stuðli frá kanónum.
Alt meðan Ukraina tapir størri og størri landøki, hevur Volodymyr Zelenskyj, forseti, givið sínum herdeildum boð um at gera alt, sum tey kunnu fyri at forða russum í at vinna fram.
Fyri Ukraina hevur Toretsk verið ein hermótsbýur í tíggju ár, eftir sum hann liggur nær við økið, sum russiskt stuðlaðar loysingarørslur tóku ræðið á í 2014.
Um Russland hertekur býin kemur Vladimir Putin eitt stig nærri sínum máli, sum er at hertaka alt Donbas-økið.
Ukreinskir hernaðargreinarar siga, at Toretsk er ein týðandi strategiskur býur. Um hann fellur, kunnu russar steingja týðandi leiðir millum ukrainsku deildirnar við hermótið og hernaðarliga stuðulsøkið aftan fyri linjurnar. Hetta er galdandi eitt nú fyri týðandi leiðina millum Pokrovsk og Kostjantynivka, skrivar Ritzau.
Eftir miseydnaðu royndina at hertaka ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, hevur Putin miðsavnað seg um at hertaka eystara part av Ukraina, eisini kallað Donbas. Donbas fevnir um landslutirnar Luhansk og Donetsk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald