Innanlands

Russiski herurin tikið ræðið á kjarnorkuverki í Ukraina

Kjarnorkuverkið er eitt av teimum størstu í Evropa

2022-03-04 08:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Russiski herurin hevur tikið ræðið á ukrainska kjarnorkuverkinum Zaporizhzhia.

Hetta upplýsa ukrainskir myndugleikar, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni í morgun.

Sambært Facebooksíðuni hjá eindini, sum fylgir kjarnorkuverkunum í Ukraina, eru starvsfólkini framvegis til arbeiðis, og fylgja við støðuni á verkinum. Tey skulu tryggja raksturin og at verkið lýkur trygdarkrøvini. Arbeitt verður eisini við at fáa greiði á hvørjir skaðar eru á staðnum eftir russiska álpið í nátt.

Kjanorkuverkið er eitt av teimum størstu í Evropa, og syrgir fyri 25 prosent av streymveitningini í Ukraina. 

Um tvey tíðina førdi bardagin um verkið til eldsbruna í einum bygningini nærhendis. Eldurin er sløktur í morgun, og sløkkiliðið á staðnum fekk atgong til staðið.

Eingin kom til skaða orsakað av eldinum, men sambært Energoatom, sum er felagið sum rekur kjarnorkuverk í Ukraina, eru ukrainskir hermenn særdir og dripnir í bardaganum um kjarnorkuverkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder