Uttanlands

Russiski McDonald's-avloysarin má gevast at selja kips

Nakrar matstovur í russisku matstovuketuni, "Vkusno & tochka", sum er latin upp í gomlu hølunum hjá McDonald's, mangla rætta slagið av eplum, og noyðast tær tí fyribils at gevast at selja kips

Vkusno & Tochka í Russlandi (Mynd: Reuters)

Vkusno & Tochka í Russlandi (Mynd: Reuters)

2022-07-10 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juni lat nýggja matstovuketan "Vkusno & tochka", sum merkir "Lekkurt og einki annað", upp í gomlu hølunum hjá McDonald's, eftir at amerikanska fyritøkan hevði tikið virksemið úr Russlandi í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina.

Matskráin á nýggju matstovunum er ikki nógv øðrvísi enn tann hjá McDonald's, men sambært BBC, sum endurgevur russiskar miðlar, noyðast nakrar av matstovunum nú fyribils at steðga við at selja kips.

Orsøkin er, at tey mangla tað rætta slagið av eplum, av tí at 2021 gav lítið av grøði. Fyritøkan roynir at brúka eplir úr Russlandi, men í løtuni er eisini trupult at innflyta vøruna.

Matstovurnar mugu tí finna okkurt annað at borðreiða við afturvið burgarunum og høsnarungabitunum, og væntandi verða kips aftur á matskránni í heyst, siga tey hjá "Vkusno & tochka"

Russisku myndugleikarnir vísa tó aftur, at tað ikki eru nóg mikið av eplum á russiska marknaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder