2023-08-04 12:01

Mikudagin komu boð til MRCC frá russiska trolaranum Ostankino um at ein av manningini hevði brúk fyri at koma undir læknahond.
Trolarin varð staddur 500 fjórðingar ein landnyrðing úr Føroyum, og tí vóru boð send til bjargingartænastuna í Bodø, sum tók yvir, skrivar Eysturoyarportalurin.
Ein norsk bjargingartyrla varð send avstað, og setti seg á ein oljuplattform nærhendis at bíða til trolarin nærkaðist, og tók mannin inn á meginlandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald