Innanlands

Russiski sendimaðurin komin aftur til USA

Í vár vórðu sendifólkini í USA og Russlandi send heim, og londini settu revsitiltøk í verk móti hvørjumøðrum, men á toppfundi í farnu viku samdust Biden og Putin um at senda sendifólkini aftur til sendistovurnar í Moskva og Washington D.C.

Á toppfundi í Sveis í farnu viku samdust Vladimir Putin og Joe Biden um at lata sendifólk teirra fara aftur til arbeiðis á sendistovum teirra (Mynd: EPA)

Á toppfundi í Sveis í farnu viku samdust Vladimir Putin og Joe Biden um at lata sendifólk teirra fara aftur til arbeiðis á sendistovum teirra (Mynd: EPA)

2021-06-21 07:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski sendimaðurin í Washington, Anatolij Antonov er komin aftur til USA eftir at hava verið heima í Russlandi í tríggjar mánaðir.

Hann lendi sunnudagin á JFK-flogvøllinum í New York sambært russisku tíðindastovuni Tass.

Tað var í mars, at Antonov varð biðin um at koma heim at umrøða versnandi sambandið millum Russland og USA, men tá amerikanski forsetin, Joe Biden og russiski forsetin, Vladimir Putin hittust til toppfund mikudagin í farnu viku, samdust teir um, at sendifólk teirra skuldu fara aftur til teirra sendistovur.

Diplomatiska sambandið millum USA og Russland er versnað, síðan Joe Biden gjørdist forseti í januar, skrivar Ritzau.

Biden hevur m.a. lagt russarar undir at hava lagt seg uppí amerikonsk val, og fyri at hava framt eina røð av álvarsomum teldusníkaálopum. Eftir at Biden kallaði Putin fyri ein drápsmann, valdi Russland at taka sendimann teirra heim úr USA.

Samstundis heitti russiska stjórnin á amerikanska sendimannin í Moskva, John Sullivan um at fara heim til Washington D.C. Tað fór hann so í apríl, tá londini útvístu sendifólkini hjá hvørjum øðrum og settu revsitiltøk í verk móti hvørjum øðrum. Men eftir toppfundin fer Sullivan eisini aftur til Moskva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder