Stjórnin í Ukraina hevur fyri stuttum ávarað um, at russisk álop fóru at koma, ið høvdu sum høvuðsendamál at skerja samskifti í landinum.
Hetta var júst tað, ið hendi í Kyiv fyrr í dag, tá spreinginar vóru beint við eitt 385-metrar høgt sjónvarpstorn.
Hetta skriva TV2 og aðrir útlendskir miðlar í kvøld.
Sambandið varð skert, og miðlar eru á ymsum málið um tað er komið aftur. Í øllum førum er greitt, at tveir ógvusligar spreingingar vórðu máldar.
Tær kostaðu eisini mannalív. Ukrainska tíðindastovan Interfax boðar frá, at minst fimm persónar eru dripnir og fimm fólk eru særd í álopinum.
Tað fór fram tætt við ein holocaust-minnisvarða í høvuðstaðnum, ið er til minnis um Babyn Yar, ið var eitt av størstu hópdrápunum mótvegis jøtum undir 2. Heimsbardaga. Tá doyðu millum 70.000 og 100.000 fólk og millum annað næstan allir jødiskir íbúgvar í Kyiv.
Uttanríkisráðið í Ukraina hevur kallað hetta álopið órt og ósiðað, og forsætisráðharrin Volodymyr Zelenskij hevur á Twitter eisini funnist at spreingingini, ið kostaði mannalív, og sum var beint við minnisvarðan.
Russiskir myndugleikar hava fyri stuttum skýrt stýrið í Ukraina at vera nýnasistiskt, so tað er møguligt, at álopið í dag hevur súmbolskan týdning eisini.
To the world: what is the point of saying «never again» for 80 years, if the world stays silent when a bomb drops on the same site of Babyn Yar? At least 5 killed. History repeating…
— Володимир Зеленський (@ZelenskyyUa) March 1, 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald