2020-12-28 07:55

17 sjófólk eru saknað, eftir at eitt russisk fiskiskip sakk í Barentshavinum, upplýsa russisku myndugleikarnir sambært fleiri tíðindastovum í morgun.
Umborð á skipinum, ið nevnist Onega, vóru 19 fólk, og tvey eru vorðin bjargað. Fimm bjargingarbátar leita í løtuni eftir restini av manningini.
Hildið verður, at tað var ísur, sum var orsøkin til, at skipið sakk, skrivar Ritzau.
Onega varð bygt í 1979.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald