Uttanlands

Russiskt forsetaval í hersettum økjum

Tað hava valmyndugleikarnir í Russlandi avgjørt í dag

Vinnur Putin valið, kann hann sita til í minsta lagi 2030 (Mynd: EPA)

Vinnur Putin valið, kann hann sita til í minsta lagi 2030 (Mynd: EPA)

2023-12-11 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mars verður eftir ætlan forsetaval í Russlandi, og russisku valmyndugleikarnir hava í dag boðað frá, at forsetaval eisini kann haldast í hersettum ukrainskum økjum.

Mikolaj Bulajev, formaður fyri valnevndina sigur, sambært tíðindastovuni hjá russiska statinum, Tass, at avgerðin varð einmælt samtykt.

Talan er um landslutirnir Kherson, Donetsk, Luhansk, og Zaporizjzja í Eysturukraina, sum sambært russum gjørdist partur av Russlandi eftir fólkaatkvøðu, sum sambært vesturheiminum var ólóglig.

Eftir ætlan verður russiska forsetavalið frá 15. til 17. mars 2024, og sitandi forsetin, Vladimir Putin, hevur boðað frá, at hann stillar uppaftur, skrivar DR.

Eitt valskeið er nú seks ár, og merkir hetta, at Putin kann verður sitandi fram til 2030, um hann vinnir valið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder