Sambært finska elfelagnum Fingrid, er skaðin á elkaðalin Estlink 2 millum Finnland og Estland, hendur í finskum sjóøki. Tað var í gjár, at staðfest var, at ein skaði var komin á annan av Estlink kaðalarnar, sum ganga tvørtur um Finsku víkina.
Ein talsmaður fyri Fingrid sigur við finska kringvarpið Yle, at tað vísir seg, at skaðin á kaðalin er hendur nakrar kilometrar inni á finskum sjóøki. Felagið fyrireikar seg til at fara undir at umvæla skaðan, upplýsir talsmaðurin.
Tá skaðin varð staðfestur í gjár upplýsti felagið, at tey ikki kundu útiloka, at talan var um yvirgang, men felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar í dag. Seinni í dag hevur finska løgreglan ein tíðindafundur hildin um málið, skrivar Yle.
Skaðin hendi klokkan 12.26 lokala tíð í gjár.
Sambært finska orkumálaráðharranum, Kai Mykkänen, fær skaðin ikki ávirkan á finsku elveitingina og heldur ikki á prísin, og tað er orsaka av at tað er nógvur vindur í Finlandi í hesum jóladøgum, og eisini lýðka í veðrinum umframt at stórur partur av ídnaðinum í landinum liggur stillur um jólini.
Løgreglan er nú farin at kanna hendingina saman við myndugleikan, sum heldur eyga við markinum kring Finnland. Serliga verður hildið eyga við hvørji skip vóru á leiðini, tá óhappi hendið, og her verður eisini serliga hildið eygað við russiska sokallaða ‘skuggaflotanum’, skrivar Yle.
Yle fekk í gjárkvøldið váttað, at tvey skip vóru á leiðini oman fyri kaðalin, tá brotið hendið.
Annað er oljutangaskipið Eagle S, sum siglir undir flagginum hjá Cook oyggjum, á veg úr Skt. Pætursborg til Egyptalands. Sambært nettænastuni MarineTraffic, so slakaði skipið heilt týðuliga ferðina júst um tað mundið, tá skaðin hendi.
Hitt skipið er kinesiska Xin Xin Tian 2, sum fór fram við kaðalinum átta minuttir áðrenn skaðin var staðfestur, og tí ikki longur er undir illgruna.
Sambært bretska sjóvinnu- og fíggjarmiðlinum, Lloyd’s List, er Eagle S ein partur av russiska skuggaflotanum.
Sambært miðlinum er skuggaflotin skip, ið eru yvir 15 ár, og hvørs eigarar eru ókendir. Skipini eru undir illgruna fyri at flyta olju úr londum, sum eru umfatað av handilsstongsli.
Sambært Lloyd’s List er tað eitt felag ið Emiratunum, Caravella, sum eigur skipið. Í summar skrivaði miðilin um tangaskipið í sambandi við, at illgruni var um, at tað var til vanda fyri trygdina og umhvørvið.
Jóladag skrivaði finski miðilin Iltalehti um hitt útlendska skipið, sum skuldi havt verið á leiðini har brotið hendi.
Bingjuskipið Xin Xin Tian 2 siglir undir Hong Kong flaggi, og skuldi, sambært Iltalehti, hava verið nærhendis Estlink 2 um tað mundi, tá brotið hendi. Men tað vísti seg seinni, at skipið sigldi yvir kaðalin átta minuttir frammanundan, skrivar Yle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald