Russiskt "supervápn" er nú til reiðar

Sonevnda Avangard missilvápnið kann sambært russiska herinum ferðast 27 ferðir skjótari enn ljóðið

Vladimir Putin hevur í dag fingið kunning um, at vápnið er til reiðar (Mynd: EPA)

Vladimir Putin hevur í dag fingið kunning um, at vápnið er til reiðar (Mynd: EPA)

2019-12-27 19:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danska TV2 skrivar, via tíðindastovuna Reuters, at Avangard nú er til reiðar, og at  hesum hevur russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjoigu, boðað Vladimir Putin frá í dag. 

Talan er um eitt "hypersoniskt missilvápn, ið verður kallað eitt "supervápn". Tað er russiski herurin, sum hevur ment tað og nú hevur vápnið at ráða yvir. Tað kann sambært herinum flúgva 27 ferðir so skjótt, sum ljóðið ferðast.

Russland er í løtuni í stríðið við millum annað Ukraina. Herurin hjá Russlandi fór í 2014 inn í grannalandið. Eisini eru russiskar herdeildir í Sýria, men í løtuni eru samráðingar við Turkaland um vápnahvíld har í gongd.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder