Russiski andstøðuleiðarin og Putin-kritikarin Aleksej Navalnyj varð hósdagin innlagdur á eitt sjúkrahús í Omsk. Tað skrivar Danmarks Radio.
Í einum video á Twitter greiðir ein lækni á sjúkrahúsinum frá, at støðan hjá politikaranum er álvarsom men stabil.
Hósdagin var Navalnyj á veg til Moskva í flogfari, tá hann bleiv illa fyri, og flogfarið mátti neyðlenda í býnum Omsk í Sibiria. Síðani bleiv hann koyrdur til eitt sjúkrahús tætt við. Tá var hann uttan vit.
Talskvinnan hjá Navalnyj, Kira Yarmysh, skrivar á Twitter, at talan kann vera um eina møguliga eitran.
-Vit halda, at Aleksej er eitraður við onkrum, sum er blandað í hansara te. Tað var tað einasta hann drakk í morgun, skrivar talskvinnan.
Beint nú vilja læknarnir hvørki vátta ella avsanna, um eitran er orsøkin til, at hann var innlagdur.
Aleksej Navalnyj er kendur í heimlandi sínum, sum ein áhaldandi Putin-kritikari. Millum annað hevur hann kallað flokkin hjá Putin fyri “ein flokk av svikarum og tjóvum”.
Harumframt er hann fleiri ferðir dømdur í fongsul fyri, at skipa fyri mótmælum móti Putin.
Í 2018 stillaði hann upp til forsetavalið ímóti Putin, men bleiv bannaður frá, at koma á atkvøðuseðlarnir.
Evropeiski mannarættindadómstólurin hevur fleiri ferðir funnist at Russlandi fyri teirra revsingum móti Navalnyj, og kalla tær “politisk grundaðar” og í stríð við mannarættindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald