Uttanlands

Russiskur andstøðupolitikari í koma: Illgruni um eitran

Roynt verður at fáa Aleksej Navalnyj til viðgerð í Týsklandi, men sambært læknunum í Sibiria, har hann er innlagdur, er hann ov sjúkur til at verða fluttur

Aleksej Navalnyj (Mynd: Ritzau)

Aleksej Navalnyj (Mynd: Ritzau)

2020-08-21 09:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj er innlagdur, eftir at hann gjørdist illa fyri umborð á einum flogfari, sum var ávegis til Moskva úr Sibiria í gjár.

44 ára gamli Navalnyj er komin við nógvum afinningum móti russisku stjórnini og forsetanum, Vladimir Putin, og sambært Kira Jarmysh, talsfólk hjá Navalnyj, er hann vorðin eitraður, eftir at onkur koyrdi okkurt í tekoppin hjá honum á floghavnini, áðrenn hann fór umborð á flogfarið.

Aleksej Navalnyj hevur fleiri ferðir sitið í fonsli seinastu árini fyri m.a. at skipa fyri mótmælistiltøkum. Í fjør skrivaði hann eisini á sín blogg, at hann var sannførdur um, at hann varð eitraður, meðan han sat inni í Moskva seinasta summar.

Eitt flogfar er komið úr Týsklandi, har tað er ætlanin, at hann skal í viðgerð, men sambært læknum á sjúkrahúsinum í Omsk, har hann í løtuni liggur í koma, er hann ov sjúkur til at verða fluttur, skrivar Ritzau.

Sambært Kira Jarmysj, er forboðið móti at flyta hann ein beinleiðis hóttan eftir lívi hansara.

Tað er tó ikki alment váttað, at talan er um eitran, og sambært talsfólki hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, vónar russiska stjórnin, at hann kemur skjótt fyri seg aftur. Eisini verður ein formlig kanning sett í verk, um talan vísir seg at vera um eitran, verður sagt.

Navalnyj skal eftir ætlan í viðgerð á universitetssjúkrahúsinum Charité í Berlin, um tað eydnast at flyta hann úr Sibiria.

Umborð á týska flogfarinum er eitt toymi av heilsustarvsfólkum, sum skulu fylgja honum til Berlin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder