Ein ukrainskur dómstólur hevur í dag givið einum russiskum hermanni lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið eitt óvápnað sivilfólk.
Sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters er talan um fyrsta dómin fyri krígsbrotsverk undir hesum krígnum millum Russland og Ukraina.
Talan er um ein 21 ára gamlan russiskan hermann, sum er dømdur fyri at hava dripið ein 62 ára gamlan mann í ukrainsku bygdini Chupakhivka 28. februar, eftir at hann fekk boð um at skjóta hann úr einum bili.
21 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í øllum ákærum 18. mai, og í dag fall dómurin so í Kyiv.
Tað var fyrst í hesum mánaðinum, at ukrainskir myndugleikar boðaðu frá, at hermaðurin var handtikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald