Uttanlands

Russiskur ísbrótari í havsneyð

Vandin tykist vera av – fingið gongd á motorarnar aftur

Tor (Mynd: Marinetraffic)

Tor (Mynd: Marinetraffic)

2019-10-22 09:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski ísbrótarin Tor við 33 fólkum umborð hevur mist alla maskinkraftina og sendi tíðliga í morgun neyðarkall.

Tor er staddur beint vestan fyri Ålesund í Noregi. Ein bjargingartyrla varð send úr Florø fyri at meta um støðuna. Stormurin, sum herjaði í Føroyum í gjár, er í økinum í løtuni.

NRK skrivar, at enn er manningin ikki tikin av skipinum, tí tað fekk nakað av maskinorkuni aftur í morgun, tí er støðan nú ikki so dramatisk, sum hon tyktiskt at vera tíðliga í morgun.

Klokkan hálvgun níggju norska tíð hevði skipið fingið gongd á tveir av teimum fýra motorunum aftur. Tveir sleiparar eru á veg saman við einum fari hjá Kystvakten.

Sambært Marinetraffic fór ísbrótarin úr Skt. Pætursborg 17. oktober við kós móti Sabetta í útnyðringspartinum av Russlandi. Ísbrótarin skal brúkast til at halda siglingarleiðina til Sabetta í Ob ánni ísfría fyri skipaferðslu, skrivar Aftenposten.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder