Russiski journalisturin Antonina Kravtsova, sum m.a. hevur fylgt rættarmál móti russiska andstøðinginum Aleksej Navalnyj, er varðhaldsfongslað í tveir mánaðir.
Kravtsova, sum eisini er kend undir navninum Antonina Favorskaja, er ákærd fyri at vera part av einum "viðgongdum felagsskapi", sum kann geva upp í seks ára fongsulsrevsing.
Russland hevur bólkað felagsskapum hjá Navalnyj sum viðgongdar.
Kravtsova arbeiðir fyri óhefta russiska miðlinum SotaVision, og gjørdi hon m.a. upptøkur av eini hoyring hjá Navalnyj dagin áðrenn hann doyði í fangaleguni í Sibiria 16. februar, 47 ára gamal.
Kravtsova varð handtikin í vikuni stutt eftir, at hon hevði sitið ein dóm á tíggju dagar fyri at hava gjørt ímóti boðum frá løgregluni. Hon sigur, at ákærurnar ímóti henni eru skilaleysar, og at tær eru afturløning fyri eina grein, sum hon skrivaði um, at Navalnyj skal hava verið píndur í fongslinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald