2022-05-29 13:10
Tað er ikki sannlíkt, at Russland fer at brúka taktisk kjarnorkuvápn í krígnum móti Ukraina.
Tað sigur russiski sendiharrin í Stórabretlandi, Andrej Kelin.
Russland hevur strangar ásetingar á hasum økinum, og verða slík vápn bert brúkt, tá tilveran hjá russiska statinum er hótt, og hava tey einki at gera við núverandi atgerð, sigur hann í samrøðu við BBC.
Í Russlandi verður tað, sum gongur fyri seg ikki umrøtt sum eitt kríggj men sum ein serlig hernaðarlig atgerð, og er tað ikki loyvt at brúka orð sum kríggj og innrás í hesum sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald