Forsetaval er í Russlandi í dag, og russiski stjórnarflokkurin, Sameint Russland boðar í frá, at hann er raktur av einum teldusníkaálopi, sum hevur gjørt tað trupult hjá flokkinum at brúka netið.
Sitandi forsetin, Vladimir Putin, sum er uppstillaður sum uttanflokkavalevni - tó stuðlaður av Sameindum Russlandi, hevur lagt Ukraina undir at standa aftanfyri.
Forsetavalið byrjaði í gjár og heldur fram í dag og í morgin.
Á fyrsta valdegnum vórðu fleiri persónar afturhildnir í Russlandi fyri at hava stoytt litevni í atkvøðukassarnar. Eisini hava spreingingar verið á fleiri valstøðum m.a. í Sankta Pætursborg og í russiskt-hersetta partinum av Ukraina, har fólk eisini skulu á val, skrivar Ritzau.
Hóast Vladimir Putin er eitt av fýra valevnum, væntast hann at verða afturvaldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald