2024-02-16 12:40
Russiski andstøðupolitikkarin Aleksej Navalnyj er deyður. Tað upplýsa fongsulsmyndugleikarnir í Jamal-Nenets-økinum, har hann sat sín dóm, sambært Reuters tíðindastovinum.
Á heimasíðuni hjá myndugleikunum stendir, at Navalnyj var illa fyri eftir ein gongutúr, og misti nærum viti.
Læknar vóru boðsendir, men kláraðu ikki at bjarga Navalnyj.
47 ára gamli Navalnyj var mest kendi kritikkarin av russiska forsetanum, Vladimir Putin. Í 2018 stillaði hann upp til forsetavalið, men varð noktaður av hægstarætti í Russlandi.
Hann var í 2020 innlagdur á sjúkrahúsi eftir at hava verið eitraður. Hann yvirlivdi, men hevur síðan sitið í fongsli. Hann skuldi sita í 30 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald