2022-09-22 14:30
Fleiri enn 1.300 fólk vórðu handtikin í Russlandi í gjár í sambandi við mótmæli móti krígnum í Ukraina og ætlanina um at senda 300.000 hermenn afturat til Ukraina.
Óhefti mannarættindabólkurin, OVD-Info boðar frá, sambært The Guardian, at mótmælt varð í 38 russiskum býum.
Av teimum gótt 1.300, sum vórðu handtikin í gjár, vóru í minsta lagi 502 handtikin í høvuðsstaðnum Moskva, og 524 í Sankta Pætursborg.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá EPA-myndatænastuni, sum eru tiknar í Moskva í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald