Uttanlands

Russland: 25 ára fongsulsrevsing fyri landasvik

Vladimir Kara-Murza hevur m.a. funnist at russisku stjórnini fyri innrásina í Ukraina og heitt á vesturheimin um at seta í gildi revsitiltøk móti Russlandi

Vladimir Kara-Murza (Mynd: EPA)

Vladimir Kara-Murza (Mynd: EPA)

2023-04-17 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski journalisturin og politiski stríðsmaðurin, Vladimir Kara-Murza hevur í dag fingið 25 ára fongsulsrevsing fyri landasvik.

41 ára gamli Kara-Murza hevur í fleiri ár funnist at russisku stjórnini m.a. fyri innrásina í Ukraina, og hevur hann heitt á vesturlendskar myndugleikar um at seta í gildi revsitiltøk móti Russlandi.

Sambært Reuters er revsingin tann harðasta, sum ein russiskur dómstólur hevur givið, síðan kríggið í Ukraina byrjaði í februar í fjør.

Ákærumyndugleikin hevði frammanundan boðað frá, at hann fór at krevja júst 25 ára fongsulsrevsing.

Kara-Murza varð koyrdur í fongsul fyri einum ári síðani fyri at fordøma russisku innrásina í Ukraina.

Umframt fongsulsrevsingina, skal hann eisini rinda eina bót á 400.000 rublar, ið svarar til uml. 33.000 í okkara krónum, og eisini hevur hann mist rættin til at gera journalistiskt arbeiði í sjey ár, skrivar DR.

Í rættinum í farnu viku segði hann, at hann ikki fór at biðja um frídøming, tí hann stóð við og var errin av tí, sum hann hevði gjørt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder