Hetta vikuskiftið eru mótmælistiltøk aftur á skránni í Russlandi, har mótmælisfólkini krevja, at andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj verður leyslatin.
Navalnyj varð handtikin fyri tveimum vikum síðani, tá hann júst var afturkomin til Russlands úr Týsklandi, har hann hevði verið í eitt gott hálvt ár.
Í farnu viku handtók russiska løgreglan eini 4.000 mótmælisfólk, og um vikuskiftið verður boðað frá fleiri enn 500 handtøkum higartil.
Sambært Ritzau hava mótmælisfólkini ætlanir um at savnast aftur í dag. M.a. eru ætlanir um at savnast uttanfyri Kreml, har russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur til, og uttanfyri høvuðssætið hjá russisku trygdartænastuni FSB.
Navalnyj vil vera við, at tað var FSB, sum royndi at drepa hann við Novitjok-eituri í summar.
Seinastu vikurnar hevur talan verið um nøkur av størstu mótmælunum, sum Russland hevur upplivað síðan sovjettíðina. Boðað hevur eisini verið frá fleiri mótmælum í øllum landinum í sambandi við rættarmálið hjá Navalnyj, sum eftir ætlan byrjar týsdagin 2. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald