Uttanlands

Russland: 75 ukrainskar dronur skotnar niður í nátt

Eldur kyknaði á einum oljureinsingarvirki, men annars er ikki boðað frá nøkrum skaða

Oljureinsingarvirkið í Tuapse var eisini rakt av einum dronuálopi í mai (Mynd: Ritzau)

Oljureinsingarvirkið í Tuapse var eisini rakt av einum dronuálopi í mai (Mynd: Ritzau)

2024-07-22 08:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russar hava í nátt skotið niður 75 ukrainskar dronur, upplýsir russiska verjumálaráðið í morgun.

Av teimum vórðu átta skotnar niður nærindis býin Tuapse, har russiska olju- og gassfelagið Rosneft hevur eitt reinsingarvirki.

Verjumálaráðið hevur ikki upplýst nakað um skaða, men talsfólk í Krasnodar-landslutinum sigur, at reinsingarvirkið hevur fingið skaða.

Eldur kyknaði á virkinum, tá petti frá einari dronu duttu niður. Eldurin varð seinni sløktur, men hvussu stórur skaðin er, er ógreitt. Hetta er ikki fyrstu ferð, síðan kríggið byrjaði í 2022, at hetta virkið hevur verið rakt av dronuálopum.

Sambært russiska verjumálaráðnum vórðu 45 dronur skotnar niður yvir Rostov-landslutin, 15 yvir Svartahavið, átta yvir Krasnodar, og nakrar dronur vórðu eisini skotnar niður yvir Belgorod, Voronezj og Smolensk, sigur russiska verjumálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder