Uttanlands

Russland: Danska hernaðartyrlan eggjaði til álop

Hetta sigur russiski umboðsmaðurin í Danmark - Vladimir Barbin vísir eisini á, at hetta ikki er fyrstu ferð heldur, og at tað má elva til veruliga stúran.

2026-09-15 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Danmark eru tey í poltisku skipanini og aðrastaðni á gosi, at ein russisk frgatt í gjár skeyt neyðrakettir - sonevnd flares - móti eini tyrju hjá donsku verjuni.

Sí eisini: Russisk fregatt skjeyt eftir danskari tyrlu

Sambært donsku verjuni fleyg tyrlan yvir russisku fregettani og tók myndir, og at einki óvanligt er í tí. Skipið var uttanfyri Gedser á Falster men í altjóða farvatni.

Men hóast danskir myndugleikar vísa á, at hetta er vanligt og ikki leggur upp til nakað, so sær man hetta øðrvísi við russiskum brillum.

Í einaru útsøgn í dag vísir russiski umboðsmaðurin í Danmark á, at hetta gjørdist ein hending, tí danska hernaðartyrlan "provokeraði" russisku fregattina: Danir ertaðu - eggjaðu til skotini.

- Tað vekir av álvara stúran um hvat kann henda, tá slíkt skøtislyest verður gjørt, tá man frá danskari síðu roynir at seta tað upp sum, at tað er "rutina": Tyrlan fór provokerandi fram, skrivar Vladimir Barbin.

Hann hevur leingi verið russiskur umboðsmaðurin í Danmark, og í almennu útsøgnini hjá sendistovuni stendur eisini, at tað ikki er fyrstu ferð at tyrlur hjá donsku verjuni hava "borið seg vandamikið at" nær russiskum krígsskipum.

Tað eru danir og ikki russar, sum hava samskiftistrupulleikar, og tað kann skjót eskalera, skrivar russiski ambassadørurin.

Danska verjan vísir hesum atfinninguinum aftur.

Vladimir Barbin staðfestir tó eisini, at frá russisikari síðu fer man at kanna alla hendingina gjølla.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder