Uttanlands

Russland dubbar herin upp til 1,5 milliónir fólk

Tað eru ongi búskaparlig mørk fyri hvat russiska stjórnin vil lata russiska hervaldinum, sigur Putin

Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu (Mynd: EPA)

Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu (Mynd: EPA)

2022-12-21 16:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er neyðugt at økja talið av manningini í russiska herinum, so hann kemur at telja 1,5 milliónir fólk.

Soleiðis ljóðaðu boðini frá russiska verjumálaráðharranum, Sergej Sjojgu, á einum hernaðarfundi, sum varð sendur í sjónvarpinum í dag. Putin forseti hevur sagt seg vera samdan í hesum, skrivar New York Time.

Talan er um størri dubbing í mun til august, tá Putin forseti skrivaði undir eina løgskipan, sum skuldi økja talið av herfólkum við 137.000 til 1,15 milliónir tilsamans. Løgskipanin skuldi eftir ætlan fáa gildi nú á nýggjárinum.

Samstundis staðfestir Vladimir Putin, at tað ongi búskaparlig mørk eru fyri, hvat stjórin fer at játta verjuni, og at hypersoniska Sarmat-rakettin – kend sum “Satan II” – skuldi veri klár at brúka í stríðnum í nærmastu framtíð, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder