Uttanlands

– Russland fer ikki at luttaka

Í juni hittust umboð úr fleiri enn 90 londum at umrøða kríggið millum Russland og Ukraina, men Russland varð ikki boðið við – Sambært talsfólki hjá russiska uttanríkismálaráðnum ætlar Russland heldur ikki at luttaka á líknandi ráðstevnu í framtíðini

Viola Amherd, forseti í Sveis og Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina á ráðstevnu í Sveis í juni (Mynd: Ritzau)

Viola Amherd, forseti í Sveis og Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina á ráðstevnu í Sveis í juni (Mynd: Ritzau)

2024-09-22 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juni varð skipað fyri friðarráðstevnu í Sveis, har kríggið millum Russland og Ukraina var á dagsskránni. Umboð úr umleið 90 londum luttóku, men Russland varð ikki boðið við.

Russland ætlar sær heldur ikki at luttaka á nakrari eftirfylgjandi friðarráðstevnu, hóast ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur sagt, at hann vónar at skipast kann fyri nýggjari ráðstevnu seinni í ár við russiskari luttøku.

Tað upplýsir talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum, Maria Zakharova sambært Reuters.

– Hendan tilgongdin hevur einki við nakra semju at gera, skrivar hon m.a. á Telegram.

Hon leggur afturat, at russar bert eru klárir at umrøða "álvarsom uppskot", sum taka atlit til "støðuna á landi".

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur áður boðað frá, at Russland er sinnað at fara undir friðarsamráðingar, um Ukraina tekur herfólk síni úr Zaporizjzja, Kherson, Donetsk og Luhansk, sum Russland hevur hersett og nú sigur eru partur av russiska samveldinum.

Í felags fráboðan, sum fleiri lond undirskrivaðu í sambandi við ráðstevnuna í Sveis, verður annars sagt, at Ukraina ikki skal boyggja seg fyri hesum kravinum hjá Russlandi. Ukraina hevur eisini boðað frá, at landið er til reiðar at samráðast, um ukrainski sjálvræðisrætturin verður virdur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder