Í dag eru fleiri enn 2000 fólk handtikin í Russlandi fyri at mótmæla kríggið í Ukraina. Tað upplysir óhefti felagsskapurin OVD-Info, sum eygleiðir mótmælini.
Mótmælt hevur verið í 35 russiskum býum, og saman við seinastu handtøkunum í dag eru uml. 11.000 mótmælisfólk handtikin í Russlandi, síðan kríggið byrjaði 24. februar, skrivar Ritzau.
Sambært talsfólki hjá OVD-Info, slær russiska løgreglan hart niður á mótmælisfólkini, eisini í Sibiria, har tað annars ikki plaga at vera so nógvar handtøkur.
Leygardagin ávaraði russiska innlendismálaráðið um, at mann fór at forða einahvørja roynd at skipa fyri einum mótmælistiltaki uttan loyvi, og at hetta fór at fáa avleiðingar fyri fyriskiparar.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir, sum eru tiknar í russiska høvuðsstaðnum Moskva í dag. Myndirnar eru frá EPA-myndatænastuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald