Flokkurin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, Sameinda Russland, hevur, sambært russisku valnevndini, vunnið økisvalið í fýra ukrainskum landslutum um vikuskiftið.
Um vikuskiftið hevur verið val í Russlandi Valnevndin sigur, at Sameinda Russland hevur fingið fleiri enn 70 prosent av atkvøðunum í øllum fýra landslutum.
Fólk hava verið á val í bæði Russlandi og í russiskt hersettu landslutunum í Ukraina, Donetsk, Kherson, Luhansk og Zaporizjzja. Eisini hevur økisval verið á hersettu Krim-hálvoynni.
Tað var eftir fólkaatkvøðu, at Russland lýsti teir fýra landslutirnir sum partur av Russlandi. Fólkaatkvøðan var tó ikki viðurkend av Ukraina ella fleiri londum í vesturheiminum, og valið um vikuskiftið varð eisini fordømt.
Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba sigur, at talan var um ólógligt val.
– Russisk val í fyribils hersettum økjum eru ógildig, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald