Í nátt hevur Russland framt eitt stórt dronuálop á Ukraina.
Sambært ukrainska flogherinum er álopið, sum varð rættað móti høvuðsstaðarøkinum, tað higartil størsta kamikaze-dronuálopið, sum er Russland hevur framt móti teimum.
Vitalij Klytjko, borgarstjóri í Kyiv sigur, at fimm persónar vórðu særdir í álopinum, og ein bústaður fekk skaða av vrakpettum frá einari niðurskotnari dronu.
Fleiri staðni í býnum var eisini boðað frá eldi, m.a. í einum barnagarði. Sambært ukrainska orkumálaráðnum eru nærum 200 bygningar í høvuðsstaðnum eisini uttan streym, harav 77 íbúðarbygningar.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, sambært Ritzau, at álopið var "tilvitaður yvirgangur".
Sambært Zelenskyj vórðu yvir 70 dronur sendar yvir Ukraina í nátt, men tær flestu vórðu skotnar niður. Dronurnar, sum vóru brúktar, vóru iranskar Sahed-dronur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald