Freistin at skráseta seg sum valevni til russiska forsetavalið, sum verður í døgunum 15.-17. mars, er nú farin, og valnevndin í Russlandi hava góðkend fýra valevni.
Millum valevnini eru sitandi forsetin, 71 ára gamli Vladimir Putin. Putin hevur sitið við valdið síðan 2000, bæði sum forseti og forsætisráðharri, og hann væntast eisini at vinna valið, skrivar Ritzau.
Hini trý valevnini, ið øll taka undir við krígnum í Ukraina, eru 39 ára gamli Vladislav Davankov, næstofrmaður í russiska tjóðartinginum; 56 ára gamli Leonid Slutskyj, formaður fyri tjóðskaparliga flokkinum LDPR; og 75 ára gamli Nikolaj Kharitonov, ið umboðar kommunistaflokkin.
60 ára gamli Boris Nadezjdin, sum er ímóti krígnum í Ukraina, er ein teirra, ið ikki sleppur at stilla upp. Grundgevingin hjá valnevndini er, at fleiri av undirskriftunum, sum vórðu savnaðar inn, vóru ógildigar. Fyri at kunna stilla upp er neyðugt við 100.000 undirskriftum. Nadezjdin hevði savnað inn 105.000 undirskriftir, men sambært valnevndini vóru 9.000 av teimum ógildigar av ymiskum orsøkum, skrivar BBC. Nadezjdin hevur boðað frá, at hann fer í hægstarætt við málinum.
Sambært russisku tíðindastovuni Tass er hetta fyrstu ferð síðan 2008, at har bert verða fýra valevni á einum forsetavali í Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald