Russiska miðlaeftirlitið, Roskomnadzor hevur reist tvey mál móti Google.
Orsøkin er, at Google í Russlandi ikki hevur yvirhildið reglurnar í Russlandi og promoverar falskunning. Google hevur bannað innihald, sum eigur at verða strikað, verður sagt.
Hitt málið snýr seg um YouTube, sum Google eigur.
Roskomnadzor upplýsir, sambært Ritzau, at Google kann fáa eina bót á upp móti átta milliónir rublar, sum svarar til uml. 613.000 krónur. Google kann eisini enda við at skula rinda 20 prosent av árliga umsetninginum.
Russland hevur strangar lógir um, hvussu kríggið í Ukraina kann umrøðast. Miðlar í landinum hava eitt nú ikki loyvi at brúka orð sum kríggj og innrás í hesum sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald