2022-03-06 13:05
Í Russlandi hava matvøruhandlar fingið boð um at avmarka søluna av breyði, mjólk, mjøl og aðrar neyðugar vørur.
Hetta er fyri at sleppa undan, at fólk keypa innundir seg og skapa ein svartan marknað, umframt fyri at halda prísunum á hesum vørum niðri
Vesturheimurin hevur sett eina rúgvu av revsitiltøkum í verk móti Russlandi, og sambært DR hava dømi verið um fólk, sum hava keypt upp til fleiri tons av matvørum við ætlan um at selja tær víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald