Uttanlands

Russland: Hava forðað tveimum ukrainskum álopum í nátt

Russiska loftverjan hevur forðað einum rakettálopi móti russiska Kaluga-landslutinum, og einum dronuálopi móti Krim

Mikhail Razvozjajev, guvernørur í Sevastopol (Mynd: EPA)

Mikhail Razvozjajev, guvernørur í Sevastopol (Mynd: EPA)

2023-08-25 08:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiska loftverjan hevur í nátt forðað einum ukrainskum rakettálopi móti russiska Kaluga-landslutinum í vestara parti av landinum, sigur russiska verjumálaráðið.

Russiski guvernørurin í Sevastopol á hersettu Krim-hálvoynni, Mikhail Razvozjajev sigur eisini, at fleiri dronur vórðu sæddar og oyðilagdar við Krim í nátt.

Hann sigur ongar ábendingar vera um, at sivilt infrakervi skal hava fingið skaða í sambandi við hendingarnar, og heldur ikki er boðað frá fólkaskaða, skrivar Ritzau.

Seinastu mánaðirnar hevur russiski høvuðsstaðurin Moskva og Krim verið fyri dronuálopum ella álopsroyndum. Sambært Russland er tað Ukraina, sum stendur aftanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder