Uttanlands

Russland: Heimasíðan hjá Novaja Gazeta blokerað

Óhefti miðilin misti í september loyvið at virka sum miðil í Russlandi

Dmitrij Muratov, ábyrgdarblaðstjóri á Novaja Gazeta fekk í fjør Friðarheiðursløn Nobels, sum hann í summar seldi á uppboðssølu til frama fyri børn í Ukraina (Mynd: EPA)

Dmitrij Muratov, ábyrgdarblaðstjóri á Novaja Gazeta fekk í fjør Friðarheiðursløn Nobels, sum hann í summar seldi á uppboðssølu til frama fyri børn í Ukraina (Mynd: EPA)

2022-11-17 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiska miðlaeftirlitið Roskomnadzor hevur í dag blokerað heimasíðuna hjá óhefta russiska miðlinum, Novaja Gazeta í Russlandi, skriva tíðindastovurnar Ritzau og Reuters.

Novaja Gazeta er ein av seinastu og mest víðagitnu óheftu miðlunum í Russlandi, og hetta er ikki fyrstu ferð, at hann hevur havt trupulleikar við russisku myndugleikunum.

Í mars tók ábyrgdarblaðstjórin á miðlinum, Dmitrij Muratov avgerð um fyribils at steðga útgávuni av pappírsblaðnum og virksemið á sosialu miðlunum, inntil kríggið í Ukraina er av.

Miðilin hevur verið atfinningarsamur í sambandi við russisku innrásina í Ukraina, og russiskir miðlar hava fingið forboð ímóti at brúka orðini innrás og kríggj í sambandi við tað, sum gongur fyri seg í Ukraina, og hava miðlar fingið boð um í staðin at nevna hetta eina "serliga hernaðarliga atgerð". Avgerðin um at taka ein steðg var, sambært blaðstjóranum tikin fyri at tryggja, at blaðið kundi halda fram við virkseminum í framtíðini.

Men í september misti Novaja Gazeta loyvið at virka sum miðil í Russlandi. Orsøkin var, at miðilin ikki hevði lagt fram neyðug skjøl viðvíkjandi einum eigaraskifti í 2006.

Í september blokeraði Russland eisini fyri einari nýggjari talgildari útgávu av Novaja Gazeta, sum varð framleidd í Evropa av fyrrverandi starvsfólkum á blaðnum.

Dmitrij Muratov fekk í 2021 Friðarheiðursløn Nobels, og í summar varð heiðurslønin seld á uppboðssølu fyri 103,5 millióir dollarar, ið tá svaraði til góðar 732 milliónir í okkara krónum. Peningurin frá uppboðssøluni skuldi latast børnum í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder