Uttanlands

Russland: Hetta fer at fáa avleiðingar

Russland gevur USA skyldina fyri álopið á Krim sunnudagin

Hetta fer at fáa avleiðingar, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov (Mynd: EPA)

Hetta fer at fáa avleiðingar, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov (Mynd: EPA)

2024-06-24 13:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland gevur USA skyldina fyri álopið á Krim-hálvoynna sunnudagin, sum kravdi fleiri mannalív.

Í gjárkvøldið varð sagt, at fýra fólk høvdu latið lív, og at 151 onnur vórðu særd í tað, sum russisku myndugleikarnir kalla eitt yvirgangsálop.

Millum tey deyðu vóru tvey børn, og 27 børn vóru millum tey særdu, siga russiskir myndugleikar sambært Reuters.

Amerikanskar ATACMS-rakettir vórðu nýttar í álopinum, sum rakti havnabýin Sevastopol, sum er størsti býur á Krim, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov.

Hetta fer at fáa avleiðingar, og hvørjar tær verða, fer tíðin at vísa, sigur Peskov.

Krim-hálvoyggin varð hertikin av Russlandi í 2014, men Ukraina og flest onnur lond rokna hana tó enn sum partur av Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder