Uttanlands

Russland hevur gjørt innrás í Ukreina

Allur vesturheimurin fordømir álopinum og hartar Kreml fyri álopið

Ukreinar flýggja úr høvuðssstaðnum Kiev (Mynd: bbc.com)

Ukreinar flýggja úr høvuðssstaðnum Kiev (Mynd: bbc.com)

2022-02-24 06:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði í eini sjónvarpsrøðu í nátt, at nú slepst ikki undan stríði millum ukreinskar og russiskar stríðsdeildir. Samstundis boðaði hann frá, at hann hevur givið boð um at leypa á Dunbass økið har eysturi í Ukreina.

Tað boðaði russiska RIA tíðindastovan frá í morgun, skrivar Reuters.

Putin segði eisini, at tað er ukreinska stjórnin, sum eigur ábyrgdina av, at tað er komið so langt.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, var skjótur at svara aftur.

- Putin forseti hevur valt kríggj, sum fer at kosta mannalív. Tað er bara Russland, sum hevur ábyrgdina av tí.

Joe Biden vissaði samstundis um, at USA fer at svara aftur saman við Nato og øðrum sameindum. Hvussu hetta fer at henda, fer hann at greiða nærri frá í dag.

Fráboðaðin frá amerikanska forsetanum 

Um fýra tíðina í morgun skrivaði dr.dk frá fólki sínum í Kiev, Onnu Gaarslev, at spreingingar vóru at hoyra í fleiri býum. Floghavnin í Kiev hevur avlýst allar flogferðir.

Ukreinski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, sigur, at russiska atsóknin er ein fullkomin innrás.

- Friðarligir ukreinskir býir eru undir álopið. Hetta er eitt álopskríggj, og Ukreina fer at verja seg sjálvan og fer at vinna, skrivaði hann á Twitter, samstundis sum hann heitti á umheimin um stuðul.

Fleiri miðlar skriva, at álop er framt á fleiri býir í Ukreina.

Umframt høvuðsstaðin Kiev, hava eisini býirnir Kharkiv norður móti russiska markinum, havnabýurin Odessa har suðuri og Mariupol í Donetsk landslutinum verið fyri álopi.

Í høvuðsstaðnum Kiev og Kharkiv miðskeiðis í landinum, eru hernaðarmiðstøðir raktar av rakettum, upplýsir stjórnin í Kiev.

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, førdømir russiska álopið.

Í hesum døpru tímum eru tankar okkara hjá Ukreina og teimum óseku kvinnunum, monnunum og børnunum, sum uppliva hetta óprovokeraða álopið á lív teirra, sigur hon sambært Reuters.

Hon leggur dent á, at tað er Kreml, ið eigur ábyrgdina av hendingini.

Eisini Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari hevur fordømt russiska álopið.

- Enn einaferð hevur Russland, hóast fleiri ávaringar og samráðingarroyndir valt álopsvegin mótvegis eini frælsari stjóð, sigur Stoltenberg.

Kelda: dr.dk 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder