Uttanlands

Russland hevur sprongt egnan fylgisvein

Amerikanarar eru í øðini – hetta skapar burturkast í rúmdini, sum er til vanda fyri útgerð í ringrás um jørðina

2021-11-16 07:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russland hevur fingið øði í amerikanarar eftir at landið í eini roynd hevur sprongt ein av sínum egnu fylgisveinum kring jørðina við eini antifylgisveinarakett.

USA og amerikanska rúmdarumsitingin, Nasa, hava fordømt hendingini, og hava kallað hana ábyrgdarleysa og oyðileggjandi. Sagt verður, at leivdirnar frá sprongda russiska fylgisveininum nú er ein hóttan móti altjóða ISS rúmdarstøðini.

- Eg eri í øðini. Hetta er samvitskuleyst, segði Bill Nelson, leiðari fyri Nasa við AP tíðindastovuna.

- Tað er ótrúligt, at russiska stjórnin fremur eina slíka roynd, sum er ein hóttan, ikki bara móti altjóða rúmdarfólkunum, men eisini móti teirra egnu kosmonautum umborð á rúmdarstøðini, segði hann.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken og talsmaðurin hjá amerikanska verjumálaráðnum hava eisini brúkt lýsingarorð sum samvitskuleyst, oyðileggjandi, ábyrgdarleyst og vandamikið, skriva tíðindastovurnar.

USA upplýsir, at minst 1.500 vrakpetti frá bumbaða fylgisveininum nú liggja í ringrás um jørðina. Sambært USA mátti manningin umborð á altjóða ISS rúmdarstøðini leita sær skjól í serligum rúmdarhylkjum í tveir tímar fyri at verja seg móti vandanum frá russisku vrakpettunum. Talan hevur eisini verið um møguliga at rýma av støðini, verður sagt.

Umborð á ISS eru fýra amerikanskir austronautar, tveir russiskir kosmonautar og ein týskur astronautur.

- Vrakrestirnar, sum henda vandamikla og ábyrgdarleysa royndarspreingin hevur ført við sær, fara nú í áratíggjur at vera til vanda fyri fylgisveinar og aðra rúmdarútgerð, sum er neyðug fyri at øll lond kunnu varðveita síni trygdar-, býskapar- og vísunndaligu áhugamál, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.

Russland, USA, Kina og India hava øll ASAT-skipanir. India skjeyt í 2019 ein av sínum fylgisveinum. Eisini tá mótmælti USA í ógvusligum vendingum, tí eisini hetta var ein hóttan móti ISS, skrivar Reuters.

Í 2008 skutu amerikanarar ein fylgisvein, sum aftursvar til eina líknandi hending frá kinesiskari síðu árið fyri. Sambært AP vóru hesar spreingingar í eini lægri og nógv vandamiklari hædd, enn spreingingin, sum russar nú hava framt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder