Uttanlands

Russland: Í minsta lagi 133 deyð í álopi á Crocus City Hall

Islamiskur Statur sigur seg standa aftanfyri

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2024-03-23 14:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Islamiskur Statur hevur tikið ábyrgdina fyri eitt álop á ein bygning nærindis Moskva fríggjakvøldið.

Sambært nýggjastu upplýsingunum frá lokalu myndugleikunum, sum umrøða hendingina sum eitt yvirgangsálop, hava í minsta lagi 133 persónar latið lív, og fleiri enn 100 vórðu særdir. Fyribils kanningar vísa, at ofrini annaðhvørt eru deyð av skotum ella roykeitran.

Sambært amerikonskum embætisfólkum hava amerikanarar upplýsingar, sum vátta, at tað er IS, ið stendur aftanfyri.

Í gjárkvøldið, undir einari konsert hjá bólkinum Picnic í Crocus City Hall í Krasnogorsk, komu fleiri persónar við skotvápnum inn og byrjaðu at skjóta konsertgestirnar. Boðað varð eisini frá spreingingum og eldi í bygninginum.

Sambært russiska forsetanum, Vladimir Putin, eru allir gerningsmenninir handtiknir.

Sambært Putin vórðu teir handtiknir, tá teir royndu at flýggja til Ukraina, sum fyrireikaði seg til at taka ímóti teimum, men hetta hevur ukrainska stjórnin víst aftur skrivar The Guardian.

Fyrr í dag varð upplýst, at 11 persónar vórðu handtiknir í málinum, harav fýra tóku lut í álopinum, skrivar Ritzau.

Landasorg er lýst í Russlandi í eitt samdøgur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder