Uttanlands

Russland: Kanningar vátta at Prigozjin doyði í flogvanlukkuni

Tey, sum lótu lív í flogvanlukkuni mikudagin eru nú eyðmerkt, og Wagner-leiðarin var ein teirra, siga russisk kanningarfólk

Wagner-leiðarin Jegvenij Prigozjin (Mynd: Reuters)

Wagner-leiðarin Jegvenij Prigozjin (Mynd: Reuters)

2023-08-27 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Wagner-leiðarin Jegvenij Prigozjin var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Russlandi mikudagin. Tað er greitt nú tey, sum doyðu í flogvanlukkuni eru eyðmerkt.

Samleikin hjá teimum deyðu samsvarar við nøvnini á ferðafólkalistanum, siga russisk kanningarfólk, og sostatt er váttað, at Prigozjin er deyður, skrivar Reuters.

Flogfarið datt niður nærindis býin Kuzjenkino í Tver-landslutinum. Sambært russiskum myndugleikum vóru tíggju fólk umborð, og øll lótu lív.

Dmitrij Utkin, sum ofta verður lýstur sum stovnarin av Wagner-bólkinum, stóð eisini til at vera umborð á flogfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder