Í gjár var atkvøðugreiðsla í aðalráðnum hjá ST um at blaka Russland úr mannarættindaráðnum í ST, og tað varð samtykt við 93 atkvøðum fyri og 24 ímóti.
Fyri at blaka lim úr ráðnum krevst undirtøka frá tveimum triðingum av londunum. Tey londini, sum ikki atkvøða, verða ikki tald við, og í gjár vóru 58 lond, sum hvørki atkvøddu fyri ella ímóti.
Talan var um eitt uppskot frá USA, sum ikki helt, at Russland kundi verða sitandi í ráðnum eftir innrásina í Ukraina.
Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba sigur, at hann er takksamur fyri avgerðina, sum varð tikin í gjár.
– Krígsbrotsmenn hava einki pláss í ST-stovnum, sum hava til endamáls at verja mannarættindi. Vit eru takksom fyri limalond, sum stuðla uppskotinum í aðalráðnum hjá ST, skrivar hann á Twitter.
Russland sigur, sambært Ritzau, at talan er um eina ólógliga avgerð, sum er politiskt motiverað.
Russland hevur eisini víst aftur, at russiski herurin skal hava framt krígsbrotsverk – eitt nú dráp á sivilfólk og álop á eitt nú sjúkrahús, skúlar og íbúðabygningar.
Men USA hevur víst á, at nóg mikið av prógvi – myndir og sjónbandaupptøkur úr býnum Butja – vísir, at sivilfólk liggja deyð á gøtunum og aðrastaðni. Hetta hendi áðrenn russiski herurin tók seg úr ukrainska býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald