Fyri fyrstu ferð síðani russisku innrásina 24. februar í fjør er eitt slag av vápnahvíld lýst í samband við kríggið í Ukraina. Talan er tó ikki eina vápnahvíld, ið báðir partar eru samdir um.
Tað var Patriarkurin Kirill, ið er ein russiskt-ortodoksur biskopur, sum fyrr í dag skeyt upp, at ein vápnahvíld var lýst fyri fríggjadagin 6. januar og leygardagin 7. januar - tað er 7. januar at ortodoksa kirkjan í Russland hátíðarheldur jólini.
Vladimir Putin hevur, heldur óvæntað, gingið hesi umbøn á møti, og seinnapartin hevur russisiki forsetin kunngjørt, at russar hava vápnahvíld eftir øllum hermótinum í Ukraina frá á middegi í morgin til á midnátt leygardagin.
Russland hevur heitt á Ukraina um eisini at leggja vápnini, men tað kemur ikki uppá tal undir verandi umstøðum, ljóðar fráboðanin úr Ukraina.
Mykhailo Podolyak, ið er politiskur ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, segði fyrr í dag, at útsøgnin hjá Kirill fyrr í dag var ein kynisk fell, og at hann javnt hevur stuðla krígnum - ið Kreml nevnir eina serstaka heruppávu í Ukraina.
First. Ukraine doesn't attack foreign territory & doesn't kill civilians. As RF does. Ukraine destroys only members of the occupation army on its territory...
— Михайло Подоляк (@Podolyak_M) January 5, 2023
Second. RF must leave the occupied territories - only then will it have a "temporary truce". Keep hypocrisy to yourself.
Nú hevur Ukraina alment svarað Putin. Omanfyrinevndi Podolyak ger á Twitter, vegna forsetan, púra greitt, at russiski herurin noyðist at fara úr hersettum øki, áðrenn ein fyribils vápnahvíld kemur uppá tal. Hann skrivar eisini fyrst og fremst, at tað ikki er Ukraina, ið loypir á øki hjá øðrum og drepur sivilfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald