Fríggjadagin skrivaðu Ukraina og Russland undir avtalu um at lata upp fyri útflutning av m.a. hveiti úr Ukraina, og dagin eftir varð ukrainski havnabýurin Odessa raktur av einum russiskum rakettálopi.
Bæði ST, ES, USA, og fleiri evropeisk lond og lokalir politikarar hava fordømt álopið, og í gjár váttaði Russland at hava lopið á Odessa.
Endamálið var at raka eitt ukrainskt krígsskip og eina vápnagoymslu, sigur Russland sambært Ritzau.
Ukrainski herurin upplýsir, at Russland ikki rakti korngoymslurnar, og álopið hevði heldur ikki stóran skaða við sær. Tí arbeiða tey í Ukraina framvegis við at taka útflutningin av hveiti uppaftur.
Ukrainska stjórnin ávarar tó um, at veitingin av hveiti til restina av Evropa kann verða seinkað, um hetta álopið bert var tað fyrsta av fleiri, og er ivasamt, um Russland fer at yvirhalda avtaluna.
– Álopið gevur eina ábending um, at tað sikkurt ikki fer at rigga, sigur Oleh Ustenko, búskaparráðgevi hjá Volodymyr Zelenskyj forseta.
Hann leggur afturat, at Ukraina kann útflyta 60 milliónir tons av korni komandi nýggju mánaðirnar, men um virksemið á havnini verður órógvað av fleiri álopum kann tað taka upp móti tvey ár at útflyta hesa nøgdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald