Uttanlands

Russland mist nógv herfólk í Ukraina

Sambært uppgerð frá bretska verjumálaráðnum hevur Russland mist millum 150.000 og 190.000 herfólk í Ukraina

Russiskur hermaður í Kherson (Mynd: EPA)

Russiskur hermaður í Kherson (Mynd: EPA)

2023-10-22 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, hevur Russland mist millum 150.000 og 190.000 herfólk á hermótinum í Ukraina.

Tað skrivar bretska verjumálaráðið á sosiala miðilin X, ið fyrr varð kendur sum Twitter.

Talan er bæði um herfólk, sum hava latið lív, umframt herfólk, sum vegna skaða ikki longur eru stríðsfør.

Fólk úr Wagner-bólkinum, sum hava stríðst fyri Russland í krígnum, eru tó ikki tald við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder