Russland møtti í dag ikki upp til ein rættarfund í altjóða dómstólinum hjá ST í Haag (ICJ).
Ukraina hevur kært innrásina hjá Russlandi, og verður heitt á altjóða dómstólin um at geva russarum boð um at steðga innrásina í Ukraina.
– Dómstólurin harmast um fráveruna hjá russiska samveldinum, sigur dómaraforkvinnan, Joan Donoghue.
Rættarfundurin, sum verður í dag og í morgin, snýr seg ikki um, hvørt Ukraina skal fáa viðhald í kæruni ella ikki. Í fyrsta umfari snýr tað seg um at fáa staðfest, um málið hevur so nógvan skund, at tiltøk skulu setast í verk umgangandi.
Dómstólurin í Haag hevur áður heitt á Russland um at vera til reiðar, um tiltøk verða sett í verk fyri at verja Ukraina, t.d. um boð verða givin um at steðga innrásina.
Russiski sendimaðurin í Hollandi hevði tó longu boðað frá áðrenn rættarfundin, at Russland ikki fór at senda nøkur umboð at luttaka á fundinum, og ukrainska umboðið í rættinum, Anton Korynevytj finst at fráveruni hjá Russlandi.
– Tað er øgiliga sigandi, at setrini hjá Russlandi eru tóm. Tey eru ikki her í rættinum. Tey eru á vígvøllinum, har tey føra kríggj móti mínum landi. Tað er soleiðis, Russland loysir eitt stríð, sigur hann sambært Ritzau.
Dómar, sum eru sagdir í altjóða dómstólinum í Haag eru bindandi, men lond, harímillum Russland, hava áður sæð burtur frá teimum.
Nær dómurin fellur er enn ikki greitt.
Altjóða dómstólurin í Haag varð settur á stovn av ST í 1945. Hann er eisini kendur sum ICJ, ið er ein stytting fyri "International Court of Justice".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald