Á Nato-toppfundinum í Ankara mikudagin samdust tey 32 limalondini um at geva ukrainum 70 milliardir evrur í hernaðarstuðli, men tað er ein óforsvarligt, sigur russiska uttanríkismálaráðið.
Upphæddin, sum Nato fer at geva Ukraina í ár og næsta ár, svarar til 523 milliardir krónur, skrivar Ritzau.
USA fer helst ikki at lata ein part av stuðlinum. Í staðin hevur amerikanski forsetin, Donald Trump játtað at loyva øðrum londum at keypa amerikonsk vápn, sum tey hareftir kunnu senda ukrainum.
Á toppfundinum í Ankara váttaðu Nato-londini eisini grein fimm í Nato-samtyktini, sum snýr seg um, at eitt álop á ein sameindan er eitt álop á øll limalondini.
Sambært russiska uttanríkismálaráðnum, fyrireika evropeisku londini seg til eitt vápnað stríð við Russland, og hava Nato-londini tikið nakrar óforsvarligar avgerðir, sum kunnu elva til vanlukku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald