Ein russiskur lesandi á statsuniversitetinum í Moskva, hevur fingið tíggju daga fongsulsrevsing fyri at hava navngivið sítt wi-fi net við ukrainskari tjóðarheilsan.
Hann hevði givið netinum navnið "Slava Ukraini!", sum merkir "Leingi livi Ukraina".
Hann varð handtikin í Moskva mikudagin, eftir at eitt løgreglufólk hevði meldað navnið á hansara wi-fi neti til myndugleikarnar. Hósdagin varð hann í rættinum í Moskva funnin sekur í at sýna fram "symbol fyri viðgongdar felagsskapir", skrivar Ritzau.
Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í 2022, hava fleiri russar fingið fongsulsrevsing fyri at vísa mótstøðu móti krígnum ella fyri at finnast at herinum.
Løgreglan rannsakaði lestrarbústaðin hjá honum, har tey funnu hansara teldu og wi-fi routara, sum myndugleikarnir løgdu hald á.
Orðini "Slava Ukraini" verða ofta nýtt í sambandi við mótmæli móti innrásini í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald